Stendur á gomlum nøglum hjá Vladimir Putin

- Tað er ikki vist, at herfólk av Krim, sum russiski forsetin nú vil senda á hermótið, eru so motiveraðir at berjast fyri Russland

Nú er russiski forsetin, Vladimir Putin, noyddur at gera nakað, hann áður hevur lovað ikki at gera. Hóast tað nú gongur á fimta ári, síðan hann gjørdi innrás í Ukraina, hevur Russland enn ikki rokkið sínum málum.

 

Líkt er til, at ukrainsk mótálop nú tvinga russiska forsetan at taka seg saman kring hermótið, tí hvat hendir, nú landslagið tornar, og runan hvørvur. Seinasta árið er hermótið millum Russland og Ukraina lítið og einki broytt.

 

Tv2.no skrivar, at ukrainsk mótálop í vetur hava ført til, at Vladimir Putin hevur verið noyddur at flyta runt við herfólki, eins og hann hevur brúkt herfólk, sum hann í veruleikanum ikki vil brúka.

 

Enn hevur ikki eydnast Russlandi at røkka høvuðsmálinum - at taka týdningarmiklu ukrainsku, Donbas-regiónina. Hinvegin hevur ukrainski herurin heldur ikki megnað at rikið russar úr aftur landinum.

 

- Nú er líkt til, at ukrainsku mótálopini har suðuri í landinum seinasta mánaðin hava havt sína ávirkan.

 

ISW skrivar, at Russland nú fyrireikar seg til at senda øll tilkallað herfólk á Krim-hálvoynni í kríggj. Hetta er neyðugt fyri at fylla upp eftir særdar og dripinar russar á hermótunum.

 

Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014, og spurningurin er, hvussu hugagóð herfólkini á oynni eru at berjast fyri russiska forsetan.

 

- Hetta kann gerast ein trupulleiki hjá Vladimir Putin, heldur norski krígsserfrøðingurin, Palle Ydstebø, í samrøðu við Tv2.no.

 

Hann heldur, at tá Russland áður hevur lovað ikki at senda herfólk á Krim til hermótini, er hetta ein ábending um, at Russland hevur trupulleikar við at fáa nóg mikið av herfólki í sjálvum Russlandi.

 

- Hetta er eisini ein ábending um, at ukrainsku ætlaninar at geva russum størri tap, enn landið megnar at bera, byrjar at virka, heldur norski krígsserfrøðingurin, Palle Ydstebø.

 

Hann heldur, at um Vladimir Putin noyðist at taka herfólk frá Krim, merkir tað, at forsetin hevur avbjóðingar.

 

- Næstan allar deildir, sum russar manna nú, verða mannaðar við fólki, sum hava fingið avmarkaða venjing og royndir, sigur norðmaðurin, Tor Bukkvoll, sum starvast við granskingarstovnin hjá norsku verjuni, FFI.

 

Hann leggur aftrat, at herfólk av Krim eisini kunnu hava aðrar trupullleikar at dragast við.

 

- Nøkur av hesum eru í útgngsstøðinum ukrainar, og tað er ikki vist, at øll eru so motiverað at berjast fyri Russland, sigur Tor Bukkvoll við www.tv2.no