HM: Noreg, Danmark, Brasil og Ungarn eru í fjórðingsfinalunum

Noreg vann 23 máls stórsigur á Kekkia

Mynd: handball.no

Tað vera tvey norðurlendsk lið í HM-fjórðingsfinalunum. Noreg og Danmark eru klár aftaná enn ein stórsigur í teirra HM-millumbólkum. Tað eru Brasil og Ungarn eisini. Tað er greitt hóast eitt leikumfar er eftir at avgreiða í bæði HM-millumbólki 1 og HM-millumbólki 4. 

 

HM-millumbólkur 1: Rotterdam

 

3. desember:

 

Japan – Sveis 27-21

 

Ungarn – Rumenia 34-29 

 

Danmark – Senegal 40-26 

 

5. desember:

 

Rumenia – Senegal 37-17

 

Sveis – Danmark 23-36

 

Japan – Ungarn 26-26

 

7. desember:

 

Ungarn – Danmark.

 

Sveis – Rumenia.

 

Senegal – Japan.

 

Danmark hevur átta stig og Ungarn hevur sjey stig. Tey bæði liðini hava vunnið seg í HM-fjórðingsfinalurnar. Rumenia hevur fýra stig og Japan hevur trý stig. Sveis hevur tvey stig og Senegal hevur einki stig. 

 

----------------------------

 

HM-millumbólkur 4: Dortmund

 

3. desember:

 

Kekkia – Angola 25-28 

 

Brasil – Suðurkorea 32-25

 

Noreg – Svøríki 29-26 

 

5. desember:

 

Svøríki – Suðurkorea 32-27

 

Angola – Brasil 26-32

 

Kekkia – Noreg 14-37

 

7. desember:

 

Noreg – Brasil

 

Angola – Svøríki.

 

Suðurkorea – Kekkia.

 

Noreg og Brasil hava átta stig hvør. Tey hava vunnið seg í HM-fjórðingsfinalurnar. Svøríki og Angola hava fýra stig hvør. Suðurkorea og Kekkia hava einki stig. 

 

 

 

Mynd: handball.no