Tað segði hon í morgun framman fyri Amalienborg, har nýggja danska stjórnin varð kunngjørd Fríðriki kongi.
– Vit hava fingið færri ráðharrasessir í Javnaðarflokkinum enn áður. Tí havi eg avgjørt, at eingin javnaðarráðharri skal hava sama arbeiði sum frammanundan, segði Mette Frederiksen.
Fyrr í morgun varð kunngjørt, at Peter Hummelgaard verður nýggjur fíggjarmálaráðharri, meðan Nicolai Wammen verður nýggjur løgmálaráðharri. Teir báðir býta sostatt sessir.
Nicolai Wammen hevur verið fíggjarmálaráðharri síðani 2019, meðan Peter Hummelgaard hevur verið løgmálaráðharri síðani 2022.
Báðir vóru teir við til at samráðast um nýggja samgonguskjalið saman við Mette Frederiksen.
– Flestu fólk vita helst, at teir eru millum mínar allarnærmastu samstarvsfelagar. Soleiðis hevur tað verið í nógv ár, og soleiðis verður tað framvegis, segði forsætisráðfrúan.
Peter Hummelgaard segði við TV 2, at forsætisráðfrúan hevði valt at »rysta posan«.
– Eg haldi ikki, at fólk skulu leggja ov nógv í slíkar flytingar, segði hann.
Seinni í dag fara teir báðir ráðharrarnir at handa hvørjum øðrum gávur, tá nýggju ráðharrarnir taka við.
Javnaðarflokkurin hevur fingið níggju ráðharrasessir í nýggju stjórnini. Tað eru tveir færri enn í undanfarna stjórnarsamstarvinum við Vinstra og Moderatunum.
Seks av teimum sjey javnaðarráðharrunum, sum halda fram úr undanfarnu stjórnini, hava fingið nýggjar sessir. Mette Frederiksen heldur tó fram sum forsætisráðfrú.
Nýggj á javnaðarliðnum eru Christian Rabjerg Madsen og Ida Auken, sum bæði hava verið ráðharrar áður.
Kaare Dybvad Bek, Sophie Hæstorp Andersen og Rasmus Stoklund eru ikki við í nýggju stjórnini. Mattias Tesfaye hevur sjálvur boðað frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum ráðharri.











