Tá taktikkur kemur í at manna tingið

– Umhugsið so møguleikan at lata lands­stýr­i­s­fólk varðveita tingsessin, so hes­in ar­beiðs­hátt­ur ikki kann brúkast í fram­tíðini.

Tað varð mett sum sera ódemokratiskt, tá Else­beth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jac­ob Vest­ergaard løgdu landsstýrissessirnar frá sær í 2021 – við tí eina endamáli at fáa Ann­iku Olsen út úr varsessinum, sum hon hevði fyri Fólkaflokkin í Løgtinginum.

 

Síðani broytingina í stýrisskipanarlógini í 1996 kunnu tingfólk, sum eru til­nevnd lands­stýr­is­fólk, ikki sita á tingi. Tað var mett sum eitt fram­stig, tí tað tykt­iskt eis­ini ó­dem­o­krat­iskt, at landsstýrisfólk, sum høvdu hug, lótu varafólk taka sæti á tingi fyri seg, men onnur kundu sita í báðum sess­um og fáa báðar lønirnar.

 

Síðani valið í 1998, hevur tað ikki borið til. Tí síðani tá hava tingfólk, sum eru til­nevnd landsstýrisfólk, verið noydd at leggja ting­sess­in frá sær, og næsta fólk á lista­num hevur tikið sætið.

 

Atfinningar hava verið ímóti hesum, tí tá eitt landsstýrið verður skipað við 9 fólk­um, sum øll eru vald á ting, so verður meira enn fjórða hvørt tingfólk varafólk, sum veljarin ikki hevur valt á ting.

 

Hinvegin so ber til hjá flokkum at spæla ping­pong – alt eftir, hvussu hvør nú velur at at­kvøða í tinginum. Tað gav at býta, tá Fólka­flokk­ur­in gjørdi hetta løgna trekkið í 2021. Tann royndin miseydnaðist, tí ting­mann­ing­in hjá Fólka­flokk­i­num var ikki samd um hesa gerð­ina, og Heð­in Zach­ar­i­a­s­en fór í farloyvi av fundi, soleiðis at Ann­ika Olsen slapp at atkvøða um rættindi til sam­møð­ur.

 

Eitt uppblást etiskt mál, sum fekk so stór­ar avleiðingar.

 

Og mánadagin gjørdi Javnaðarflokkurin nak­að tað sama. Hesaferð var tó tað ikki fyri at seta nakr­an av sínum utt­an­fyri. Men fyri at tvey fólk fingu sín dreym upp­fygld­an. Djóni Nols­øe Jo­en­sen slapp í lands­stýr­is­sess­in aft­ur, sum hann so treyðugt vildi sleppa – og Súsanna Bertholdsen slapp í Løg­ting­ið at vera tann, sum bjargaði máli­num um frí­a fost­ur­tøku. Fólk kunnu nú minn­ast Sú­­sonnu Bert­hold­sen sum hana, sum fekk lóg­ina sam­tykta (um hon eisini verð­ur samtykt við 3. viðgerð, sum hon ikki er í skriv­andi stund).

 

Men fólkaræðisliga, so skurrar hendan manna­gongd illa. Nógvir løgnir leikir eru og hava verið í hesum máli, har fólk hava valt at súlta mál­ið til Djóni Nolsøe Joensen kom á ting, tí hann hevur áður sagt, at hann er ímóti.

 

Tá tingið nú fer at broyta stýr­is­skip­an­ar­lóg­ina fyri at áseta talið av aðal­ráð­um – umhugsið so møguleikan at lata lands­stýr­i­s­fólk varðveita tingsessin, so hes­in ar­beiðs­hátt­ur ikki kann brúkast í fram­tíðini.