Stórt omanlop í Svínoy

- Runan sæst enn fram við landinum, so hetta er eitt spildurnýtt omanlop, sigur Jógvan Horn, sum tók myndirnar umborð á Rituni í morgun

 

Í morgun hevur Jógvan Horn, sum býr í Havn, men hevur konu úr Svínoy, lagt nakrar frálíkar myndir út vangan hjá svínoyingum á Facebook.

 

Myndirnar, sum eru tiknar umborð á Rituni í morgun á veg til Svínoyar, vísa eitt stórt omanlop á oynni, nakað sunnanfyri Dragan.

 

Í tekstinum, sum Jógvan Horn hevur knýtt til myndirnar, sigur hann, at hetta er eitt nýtt omanlop, tí runan sæst enn fram við landinum.

 

- So, hetta er eitt spildurnýtt omanlop, heldur hann fyri.

 

Vit skiftu orð við Jógvan Horn fyri løtu síðan, og hann gav okkum loyvi at brúka frálíku og sigandi myndirnar her á In.fo.

 

- Tey 25 árini, síðan eg møtti konu míni, hava onkur størri og smærri omanlop verið í oynni, men tey eru helst fá, sum hava verið nógv størri enn hetta, sigur hann.

 

Omanlopið hesaferð er, sum myndirnar vísa, heilt úr erva og niður í sjóvarmálan.

 

Jógvan Horn og konan, sum annars búgva í Havn, hava hús í Svínoy, og her eru tey við jøvnum millumbilum.

 

##med2##

 

##med3##