Skuldsettur í málinum um Anne-Elisabeth Hagen

Maðurin er handtikin í Svøríki og verður útflýggjaður Noreg mánadagin. Hann er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp

59 ára gamli maðurin, sum nú er skuldsettur í málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisaberh Hagen, verður útflýggjaður Noreg mánadagin komandi.

 

Tað upplýsir verjin hjá honum, Victoria Holmen, yvirfyri www.tv2.no.

 

Maðurin varð handtikin í Gøteborg fyrr í vikuni í samband við eitt annað mál, sum hevur verið narkotikakriminalitet at gera.

 

Norskir miðlar vita at siga, at hin 59 ára gamli áður er dømdur í revsimálum.

 

Norska kringvarpið skrivar eisini um handtøkuna og útfyggjanina.

 

- Soleiðis, sum vit vita, er hetta sami maður, sum nú er skuldsettur í málinum um Anne-Elisabeth Hagen.

 

Tað var hin 31. oktober í 2018, at norska ríkmanskonan sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog.

 

##med2##

 

Fleiri skuldsetingar hava verið í málinum hesi árini, men sum tíðin er gingin, hevur løgreglan tikið allar hesar skuldsetingar aftur.

 

Nú er so hesin maðurin skuldsettur fyri dráp - ella fyri at hava viðvirkað til dráp - av Anne-Elisabeth Hagen.

 

Sambært verjanum, Victoria Holmen, sigur maðurin seg einki hava við málið um norsku ríkmanskonuna at gera.

 

 

 

 

 

Hjúnini, Anna-Elisaberh og milliarderurin, Tom Hagen