Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at USA umhugsar at taka seg úr verjusamgonguni, Nato.
Hesar hóttanir hevði hann eisini á lofti í sínum fyrra forsetaskeiði, og nú endurtekur hann hetta.
Sum skilst, er forsetin vónsvikin av, at Evropa ikki í størri mun vil hjálpa USA í krígnum móti Iran.
Nøkur evropeisk lond hava beinleiðis stongt sínar hernaðarflogvallir fyri USA, tí londini vilja ikki, at USA skal brúka hesar í krígnum í Miðeystri.
Nú veit so Wall Street Journal at siga, at Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, fer at hitta amerikanska forsetan í næstu viku.
Sambært Reuters sigur eitt talsfólk fyri Nato, at ætlaða vitjanin hjá Nato-aðalskrivaranum í USA leingi hevur verið ætlað.
Lesið eisini: Trump umhugsar at taka USA úr Nato
https://www.in.fo/news-detail/trump-umhugsar-at-taka-usa-ur-nato











