Nýtt vælveruøki letur upp í Leirvík

Eftir at vælveruøkið alment er latið upp seinnapartin mikudagin, verður almenn svimjing, har eisini vælveruøkið verður opið – og ókeypis at brúka

Mikudagin letur nýggja vælveruøkið í Leirvík alment upp.

 

Klokkan 17–18 er møguleiki hjá øllum at síggja nýggja vælveruøkið uttan fyri svimjihøllina í Leirvík.

 

- Gløgg og søtt verður at fáa við høvið, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Eftir at vælveruøkið alment er latið upp - ella frá klokkan 18–21 - verður almenn svimjing, har eisini vælveruøkið verður opið – og ókeypis at brúka.

 

- Nærri kunning um upplatingartíðir kemur seinni, siga tey í Eysturkommunu í dag.