Síðst í farnu viku tapti oddaliðið í bestu pólsku fótbóltsdeildini, Gornik Zabrze 2-5 fyri Lechia Gdansk á útivølli.
Tí kundu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock við sigri ella javnleiki í útidystinum móti Korona Kielce í kvøld taka oddasessin í deildini.
Łukasz Sekulski legði Wisla Plock á odda longu í 13. minutti, og leingi vóru Andrias og liðfelagarnir á sigurskós. Men tá fáir minuttir javnaði Korona Kielce til 1-1.
Talan er um fimta javnleikin á rað hjá Wisla Plock, ið eru ósigraðir í teimum seinastu 10 dystunum. Í hesum 10 dystunum er talan um átta javnleikir og tveir sigrar.
Wisla Plock hevur 30 stig á fyrsta plássinum. Tað hevur Gornik Zabrze eisini, men teir hava verri málmun. Rakow hevur 29 stig á triðja plássinum. Rakow spælir heimadyst móti Zrinjski hóskvøldið klokkan 20. Vinna teir tann dystin vera tað teir, ið halda vetrarfrí á fyrsta plássinum.
Wisla Plock spælir kappingardyst aftur 1. februar. Talan verður um ein toppdyst móti júst Rakow á Orlen leikvøllinum í Wisla.











