Í gjár fekk danska løgmálaráðið eina formliga áheitan úr Japan um at fáa umhvørvisaktivistin, Paul Watson, útflýggjaðan. Tað upplýsir løgmálaráðið í morgun.
Tað var tann 21. juli, at Paul Watson varð handtikin í Nuuk í Grønlandi. Hann var umborð á skipinum John Paul Dejoria, sum legði at fyri at bunkra.
Japanskir myndugleikar hava givið út altjóða handtøkuboð fyri Paul Watson, og 21. juli fór løgreglan í Grønlandi umboð á John Paul Dejoria eftir Watson.
Í grundlógaravhoyring var Paul Watson varðhaldsfongslaður fram til 15. august, tá ið støða skal takast til, um hann skal útflýggjast til Japan.
##med4##
##med3##
Danska løgmálaráðið skal taka støðu til, um 73 ára gamli Paul Watson skal útflýggjast ella ikki. Tann viðgerðin fer í gongd nú, tá formliga áheitanin er komin úr Japan.
##med2##
##med5##