Í dag, mánadagin, var løgtingsins vinnunevnd á vitjan hjá Skálavíkar kommunu.
Tað var kommunan, sum hevði sent vinnunevndini innbjóðing til ein spennandi og hugnaligan dag í Skálavík.
Borgarstjórin eins og fleiri kommunustýrislimir luttóku í tiltakinum, sum var ætlað at geva lóggevarunum innlit í lokala framleiðslu, vinnulív og onnur viðkomandi lokal viðurskifti.
Tiltakið byrjaði klokkan 10, tá morgunmatur var á Mølini.
- Síðan greiddi borgarstjórin, Linjohn Christiansen, frá um kommununa og ymiskt annað í hesum sambandi.
Eftir hesa framløgu gekk leiðin oman á ostavirkið hjá MBM, har rundvísing var.
- Framleiðsla var í gongd, meðan vitjað varð, og greitt varð frá ostaframleiðsluni.
Skálavíkar kommuna skrivar, at klokkan 13 var rundvísing á smoltstøðini hjá Bakkafrosti, og klokkan 14.30 var miðmáli á Mølini, har dagurin endaði.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
















