Byráðið skal játta pening til rampurnar

Kostar 630.000 krónur at byggja rampur til Erlu Kongsdóttir

Tað fer at kosta 630.000 krónur at byggja rampur bæði í Nólsoy og í Havn, soleiðis at nýgga skipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, kann leggja at.

Tá nýggja Erla Kongsdóttir kom til Føroyar, gjørdist greitt, at skipið fekk ikki lagt at í millum annað Nólsoy, tí at skipið stingur ov høgt, tá flóð er, og rampan á skipinum kemur tí ikki niður at landi.

Neyðugt er tí at gera broytingar við atløgubryggjurnar í Havn og í Nólsoy, soleiðis at Erla Kongsdóttir kann nýtast til ferðafólkflutning.

Á býráðsfundi í kvøld skal býráðið í Havn játta peningin, soleiðis at farast kann undir at gera nýggju rampurnar, og um veðrið er til vildar, og flutningurin til Nólsoyar ikki seinkar arbeiðinum, skulu rampurnar kunna takast í brúk 20. desember í ár.