Vesturland: Eldurin er ikki sløktur enn

Í dag verður roynt at gera fast á skipið, so at tað kann sleipast til lands

– Alt skipið er uppkolað.

 

Tað eru boðini frá MRCC í morgun.

 

Tað var á miðdegi í gjár, at garnaskipið, Vesturland, boðaði frá, at eldur var komin í.

 

Eldurin kyknaði frammi undir bakkanum, men breiddi seg skjótt til alt skipið.

 

Teir vóri á Føroya Banka og tað vóru 10 mans við skipinum. Tað var ikki hugsingur um at sleppa framat at sløkkja, so øll manningin savnaðist á brúnni.

 

Øll tilbúgvingin varð sett í verk alt fyri eitt og tað eydnaðist tyrluna at fáa allar menninar av skipinum.

 

Tann seinasti maðurin varð tikin upp í tyrluna klokkan 14.10, og ein hálvan tíma seinni setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið við manningina.

 

Hinvegin var nógv longri hjá bjargingarskipunum at sigla. MRCC sigur, at Vædderen var hjá Vesturland klokkan 17.30 í gjárkvøldið og tá stóð øll brúgvin, og skipið, sum tað var, í ljósum loga.

 

Klokkan 23 var eisini Brimil komin á staðið. Roynt varð at sløkkja við skúmi, men tað eydnaðist ikki heilt. Samstundis øtlaði hann veðrið, so teir góvust og bíðaðu so til í morgun.

 

So at tað er framvegis onkur smáeldur umborð. Hinvegin er alt skipið uppkolað, siga tey á MRCC, men nú verður so roynt at sløkkja tann seinasta eldin.

 

 

Les eisini: Eldur í Vesturland - øll manningin er bjargað

 

 

– Trupulleikin er, at tað er so heitt, at tað slepst ikki umborð. Ein roynd kann gerast at spula skrokkin, men bað ber ikki til at spula inn í skipið, tí so er vandi fyri, at tað søkkur.

 

Tí ber ikki til at siga nú, hvussu tað fer at ganga at sløkkja eldin.

 

Men miðað verður so eftir at fáa sløkt tann seinasta eldin, og at fáa kølt skrokkin, so at tað slepst umborð at gera fast, so at skipið kann sleipast til lands.

 

Tað er gott veður beint nu, men hann frískar vindin seinni, so tey á MRCC siga, at tey skuldu helst fingið fast á Vesturland í dag, áðrenn hann veksur vindin.

Í løtuni er Vesturland 45 fjórðingar úr Suðuroynni.

 

Hví eldur kom í Vesturland er ómøguligt at siga. Tað fæst ongin hóming um tað, fyrrenn tað hevur eydnast at fáa skipið til lands, so at kanningar kunnu gerast umborð.

 

Í løtuni flýtur skipiå væl, men tá ið tað er so illa brent, er ikki til at siga, hvussu standurin er, so vandi er altíð fyri, at tað søkkur, siga tey á MRCC.