9.30 í morgun var greitt, at eldur framvegis var í lítlum parti av húsunum, og tá brandbilur kom á staðið vísti tað seg at vera trupult at sløkkja eldin heilt. Neyðugt var at hála slanguna út og fara inn [...] inn í bygningin, fyri at fáa bilbukt við eldinum. Tað gekk ikki við at spræna frá brandbilinum, og tí máttu teir báðir brandmenninir hála slanguna inn í bygningin, fyri at sløkkja eldin, ið framvegis var [...] Hinvegin stóð eitt plastruskílæt inni har, og ikki sást nógv til, at eldur hevði verið í eftir tí at døma. Tað eydnaðist teimum báðum brandmonnunum at sløkkja eldin, ið enn var í bilverkstaðnum.
Báðar nevndirnar mæla bygdaráðnum til at taka undir við, at bryggjan verður tvífalt so long, sum hon nú er. Tí er tað rættiliga sannlíkt, at bygdaráðið fer at samtykkja, at bryggjan verður longd. Tað sigur [...] ikki mett, at tað fer at bera til at leggja tey trygt við eina atløgusíðu, sum er styttri enn 40 metrar. J & K Petersen hevur gjørt teir fyrstu tjúgu metrarnar, og felagið fer nú eisini at gera seinna [...] kommunu og J&K Petersen verður ásett, at arbeiðið skal verða liðugt fríggjadagin 13. september 2013 umframt møguligar spilldagar. - Kostnaðurin fyri alt arbeiðið er mettur at verða 4,55 miljónir krónur. Tá er
sum eisini umsitur orkumál. Hann vísir á, at vit eru farin undir at leggja um frá olju til varandi orku. - Men í hesum sambandi eiga vit at seta okkum sum mál, at hereftir verður oljufýring ikki sett í ein [...] og hjá kommununum. - Vit eiga at tora at seta okkum sum mál, at um nøkur ár, kanska í 2016, skal eingin nýggjur bygningur verða hitaður við oljufýring. - Tað eiga vit at klára, sigur Johan Dahl. - Sethús [...] bilar og onnur. - Tað skal ikki longur bera til at byggja almenn hús og seta oljufýr í tey. Tað má vera eitt krav frá okkum sum almennum myndugleika, at varandi orka skal brúkast í øllum nýggjum almennum
verða, at hann eigur at taka seg úr samarbeiðinum hann er í, eitt gamalt orðatak sigur: “eingin kann tæna tveimum harrum”, men sjálvsagt er tað best um Sjúrður klárar at samráða seg fram til at Danmark [...] Skaale um at taka aftur sín stuðul til donsku stjórnina. Tað ger hann í kjalarvørrinum á ES-samtyktini um at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum. Eitt boykott, ið Danmark sum ES-land er bundið til at fylgja [...] fylgja. Í lesarabrævi í dag skrivar Gerhard Lognberg, at ríkisfelagsskapurin er í vanda. - Er hetta tað, vit koma at kenna okkara ríkisfelagsskap fyri, so er okkara samarbeiði í vanda, og tað er stórt spell
Tað er umráðandi, at foreldur og avvarandi gera sítt til at leiðbeina børnini og tey ungu, so at tey eru fyrivarin bæði um seg sjálvi og teimum, tey eru saman við. Hetta er boðskapurin hjá bæði SSP og [...] Undir slagorðinum Savna góð minnir saman vísa SSP og kommunan á, at á ólavsøku eigur góður veitslusiður at valda hjá øllum ættarliðum, so at ólavsøkan verður eitt gott minni fyri lívið. Ólavsøkan er eisini [...] og tey flestu duga væl at stýra sær í góða veitslulagnum. Í hesum hava foreldrini eisini ábyrgd. Foreldrini og avvarðandi mugu gera sítt til at leiðbeina børnini og tey ungu, so at tey eru fyrivarin bæði
týdning, at Danmark greitt boðar frá, at tey atkvøða ímóti at seta tiltøk í verk móti Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Samstundis sum forsætisráðharrin gevur til kennar, at Danmark fer at atkvøða [...] er í løtuni meiriluti fyri at brúka boykot sum amboð í sildatrætuni við Føroyar. - Vísir tað seg, at ES setur tiltøk í verk móti Føroyum, so hevur Danmark bundið seg til at fylgja teimum tiltøkum, ið ES [...] atkvøða ímóti og annars royna at fáa ES aftur til samráðingaborðið, so ásannar Helle Thorning-Schmidt, at danska støðan ikki forðar fyri einum møguligum boykotti. Í hesum máli er tað meirilutin sum ræður, og
Umhvørvisráðið í Danmark ætlar at broyta reglurnar um tatoveringsblekk, og verður tað samtykt, fer ikki at bera til at fáa gjørt eina tatovering í Danmark eftir 1. januar 2014. Soleiðis sigur yvirlækni [...] um allar tatoveringslitir, at krøvini eru ikki uppfylt. Og so ber til uttan kjak at siga, at vinnan er ólóglig. Tí stegðar øll tatovering í Danmark við hesari kunngerðini, sigur Jørgen Serup. Bæði hjá v [...] hjá vinnuni er at finna nakrar framleiðarar, sum vilja liva upp til hesi strongu krøvini. Og eru krøvini so høg, at eingin vil liva upp til tey, so hava vit ein trupulleika, tí so koma vit at arbeiða ólógligt
sum ger, at innsiglingin er ov grunn til, at Smyril Line vil góðtaka at brúka Krambatanga. Men nú hevur Kristin Michelsen, tingmaður, spurt, nær ætlanin er at gera ábøtur á Krambatanga, so at eisini Norrøna [...] samstundis. Tað eru hesir kneysarnar, sum gera, at Smyril Line ikki vil loyva Norrønu at brúka Havnina av trygdarávum, tí tað verur ov grunt, skuldi tað hent, at skipið fær eina lítla slagsíðu av onkrari orsøk [...] tryggjast, so at eisini Norrøna kann brúka havnina. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, Nú Smyril er farin í dokk og Norrøna sett í suðuroyarsigling, er hon noydd at sigla á Vág
hvar hann fer at spæla komandi kappingarár. Umframt at hann skal halda fram í EB/Streymi hevur m. a. ljóðað, at hann er á veg til Víking. EB/Streyma heimasíðan veit eisini at siga, at Árni Grunnveit Olsen [...] Fyrr í kvøld visti Portalurin at siga, at landsliðsspælarin Arnbjørn Hansen hevði skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, og nú veit EB/Streyma heimasíðan at siga, at eisini Leif Niclasen hevur skrivað [...] Nú sær tað út til, at álopsvápnini hjá EB/Streymi verða umleið tey somu, sum undanfarnu árini hava verið ein av høvuðsorsøkunum til, at teir í Sundalagnumnógvu tey seinastu árini so at siga á hvørjum ári
latið drápsmonnunum upplýsingar um Pat Finucane, og at løgreglan royndi ikki at forða drápsmonnunum at fremja illgerðina. Tað verður eisini staðfest, at tann loyniliga fregnartænastan hjá bretska herinum [...] staðfestir, at løgreglan var uppií, tá norðurírski sakførarin Pat Finucane bleiv myrdur í Belfast fyri 23 árum síðani. Kanningin staðfestir, at løgreglan lat drápsmonnunum upplýsingar, og at hon gjørdi [...] gjørdi einki fyri at forða drápinum. David Cameron, forsætisráðharri, kunnaði í gjár Parlamentið um niðurstøðuna í frágreiðingini. Hann legði dent á, at táverandi ríkismyndugleikarnir vóru á ongan hátt uppi