Løgtingsmaðurin Gerhard Lognberg heitir nú á fólkatingsmannin og partamannin Sjúrð Skaale um at taka aftur sín stuðul til donsku stjórnina.
Tað ger hann í kjalarvørrinum á ES-samtyktini um at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum. Eitt boykott, ið Danmark sum ES-land er bundið til at fylgja.
Í lesarabrævi í dag skrivar Gerhard Lognberg, at ríkisfelagsskapurin er í vanda.
- Er hetta tað, vit koma at kenna okkara ríkisfelagsskap fyri, so er okkara samarbeiði í vanda, og tað er stórt spell, sigur Gerhard Lognberg.
- Kann tað lata seg gera at føroyska fólkatingsumboðið stuðlar eini danskari stjórn, spyr Gerhard Lognberg og svarar sjálvur:
- Nei tað haldi eg ikki, sjálvt um eg ongan møguleika havi fyri at ávirkað tað, ella sera lítlan.
Víðari skrivar løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin:
- Mín áheitan til Sjúrð Skaale skal tí verða, at hann eigur at taka seg úr samarbeiðinum hann er í, eitt gamalt orðatak sigur: “eingin kann tæna tveimum harrum”, men sjálvsagt er tað best um Sjúrður klárar at samráða seg fram til at Danmark ikki setur ES lógir í gildi ímóti Føroyum, tí vit eru partur av danska ríkinum. Tað er stór skomm fyri Danmark, um tað hendur at teir stuðla einum ES boykott.










