Eg var í nógv ár virkin í Unga Tjóðveldinum og eisini í Tjóðveldi. Vit ungu royndu fleiri ár á rað at førka flokkin á vinstragrøna leið, uttan at tað eydnaðist serliga væl. Eitt afturvendandi uppskot hjá okkum á flokstingi Tjóðveldis var at broyta politisku støðuna hjá flokkinum, tá ið talan var um olju- og gassvinnu undir Føroyum. Vit ynsktu, at flokkurin skuldi vera ímóti olju- og gassleitingum, men vit sigraðu ongantíð.
Dreymurin um, at oljan skuldi fíggja fullveldi var ov sterkur. Allir politiskir flokkar hava eina hugsan um, hvat eitt møguligt oljuríkidømi kann nýtast til: Loysing, betri vælferð, lægri skatt, breiðari vegir, djúpari berghol og so framvegis...
Tann nýggjasti frágreiðingin ella dreymurin er, at olja og gass kann fíggja grøna orkuskiftið í Føroyum.
Ein komandi oljuvinna kann so at siga fíggja alt í Føroyum – hetta hevur verið dreymurin í eini 30 ár. Harumframt er ætlanin at lækka skattin hjá teimum útlendsku, privatu oljufyritøkunum fyri at gera tað meira lokkandi at koma til Føroyar at bora. (Og hetta skal oljan og gassið eisini fíggja!)
Ímeðan vit bíða kunnu menn og kvinnur droyma víðari um ta undurfullu oljuna og gassið, sum skal bjarga okkum, samstundis sum heimurin hitnar og hitnar.
Dreymurin um eina føroyska oljuvinnu er bæði reaktionerur og ein sovipúta fyri eitt skjótt, grønt og rættvíst orkuskifti. Oljan er trupulleikin og er ikki vegurin til grøna orkuskiftið. Oljan er bert ein dreymur, so at vit sleppa undan at gera okkurt annað, t.d. at krevja eitt rættvíst gjald frá fiski- og alivinnuni.
Veðurlagskreppan krevur handling her og nú, bæði í hugsan og gerðum. Vit skulu minka um oljunýtsluna, spara uppá orkuna og gera stórar íløgur í grøna orkuskiftið. Hetta krevur nógv av okkum.
Tíbetur eru nógv klók og virkisfús fólk í Føroyum. Saman kunnu vit seta ferð á einar burðardyggar Føroyar – tað verður uttan olju- og gassvinnu.
Tráin Petursson Nónklett









