Løgreglan hjálpti drápsmonnunum

Ein 500 síður long frágreiðing staðfestir, at løgreglan var uppií, tá norðurírski sakførarin Pat Finucane bleiv myrdur í Belfast fyri 23 árum síðani. Kanningin staðfestir, at løgreglan lat drápsmonnunum upplýsingar, og at hon gjørdi einki fyri at forða drápinum.

David Cameron, forsætisráðharri, kunnaði í gjár Parlamentið um niðurstøðuna í frágreiðingini. Hann legði dent á, at táverandi ríkismyndugleikarnir vóru á ongan hátt uppi í málinum.

Morðið á Pat Finucane verður roknað sum ein tann daprasti bletturin í stríðnum millum protestantar og katolikkar í Norðurírlandi. Hann sat og át døgurða saman við konuni og teimum trimum børnunum heima við hús í Belfast, tá ókendir menn komu inn og skutu hann 14 ferðir. Hann var 39 ára gamal.

Ein maður varð seinni tikin og dømdur fyri drápið, men katolikkarnir í Norðurírlandi hava altíð hildið uppá, at tann norðurírska løgreglan og tann loyniliga fregnartænastan hjá bretska herinum høvdu hjálpt drápsmonnunum.

Í frágreiðingini stendur, at løgreglumenn í Norðurírlandi høvdu latið drápsmonnunum upplýsingar um Pat Finucane, og at løgreglan royndi ikki at forða drápsmonnunum at fremja illgerðina. Tað verður eisini staðfest, at tann loyniliga fregnartænastan hjá bretska herinum má átaka sær eina ávísa ábyrgd av hendingini, tí at ein av njósnarunum hjá herinum hevði havt samband við drápsmenninar.