Brann aftur fyrrapartin

Sløkkiliðið mátti aftur tíðliga í morgun og aftur fyrrapartin senda sløkkibil á staðið, tí eldur framvegis var í Bilhjálp

 

Fyrrapartin, tá Sosialurin setti Høgna Mikkelsen stevnu á niðurbrenda bilverkstaðnum, brendi eldur framvegis í parti av bygninginum.

 

Sløkkiliðið hevði annars verið á staðnum klokkan 6.30 í morgun og sløkt restir, ið framvegis tá brunnu. Men komin á staðið klokkan 9.30 í morgun var greitt, at eldur framvegis var í lítlum parti av húsunum, og tá brandbilur kom á staðið vísti tað seg at vera trupult at sløkkja eldin heilt.

 

Neyðugt var at hála slanguna út og fara inn í bygningin, fyri at fáa bilbukt við eldinum.

 

Tað gekk ikki við at spræna frá brandbilinum, og tí máttu teir báðir brandmenninir hála slanguna inn í bygningin, fyri at sløkkja eldin, ið framvegis var í.

 

Vestari endi tóktist vera verri farin enn hin eystari, og teir tveir bilarnir, ið stóru í vestara enda, vóru kolaðir upp, meðan ein, sum stóð í eystara enda ikki tóktist at hava fingið so stóran skaða.

 

Lyftirnar sóu bæði nýggjar og órørdar út, men enn ber ikki til at siga, hvussu stendur til við teimum, tí hitin hevur eyðsýnt verið nógvur.

 

Hinvegin stóð eitt plastruskílæt inni har, og ikki sást nógv til, at eldur hevði verið í eftir tí at døma.

 

Tað eydnaðist teimum báðum brandmonnunum at sløkkja eldin, ið enn var í bilverkstaðnum.

 

Tveir brandmenn frá Tórshavnar Sløkkiliði fingu fyrrapartin bilbukt við eldinum, sum framvegis var í bilverkstaðnum