Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hevur í dag sent løgmanni og landsstýrismanninum í lógar-og kommunumálum skriv, vísandi til avgerðina hjá løgmálaráðnum at ógilda kommunuvalið, sum varð hildið í Runavíkar kommunu hin 12. november 2024 - og lýsa umval til Runavíkar býráð týsdagin hin 13. januar 2026.
Orsøkin til, at løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í 2024 og at lýsa umval, er, at við ákæruni, sum nú er reist um valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði, er stórur ivi reistur um, hvørt endaliga úrslitið av kommunuvalinum í Runavíkar kommunu er rætt.
- Ført verður í hesum sambandi fram, at málið bæði snýr seg um rættartrygdina hjá tí, sum átti ógildaðu atkvøðuna, men eisini generelt um álitið hjá borgarunum á fólkaræðisligu skipanina – at val fara fram uttan svik, og at kærur verða tiknar í álvara.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at sambært løgmálaráðnum eigur atlitið til hesa eina atkvøðuna í Oyndarfirði at verða sett framum atlitið til, at teir býráðslimir, sum vórðu valdir í Runavíkar býráð í november 2024, kunnu verða i vanda fyri at missa sín sess í býráðnum við eitt umval.
Í brævinum til løgmann og landsstýrismannin í lógar-og kommunumálum reisir borgarstjórin í Runavíkar kommunu fleiri spurningar um avgerðina hjá løgmálaráðnum.
- Í fyrsta lagi kann tað tykjast sera løgið, at løgmálaráðið sama dag, sum avgerðin um at reisa ákæru ímóti viðkomandi persóni um valsvik er tikin, tekur eina so harðtøkna – drastiska – avgerð í málinum, sum at ógilda eitt kommunuval, og krevja umval í allari kommununi.
Borgarstjórin vísir á, at talan er um eina einstaka atkvøðu á einum lítlum valstaði í kommununi.
- Tað tykist sum um, at løgmálaráðið ikki hevur givið sær stundir til at lýsa málið nærri, men ístaðin í einari knappari vending hevur valt í blindum at elta Føroya Politi - at ógilda valið og lýsa umval á einum lítið ítøkiligum og óvissum grundarlag.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at hetta snýr seg ikki bert um rættartrygdina hjá tí einstaklingi, sum átti ógildaðu atkvøðuna, men so sanniliga eisini um rættartrygdina hjá øllum teimum limum, ið vórðu vald í Runavíkar býráð hin 12. november 2024.
- Hesi eru í prinsippinum lógliga vald og hava sitið í býráðnum í tað mesta av einum ári.
Og borgarstjórin sigur víðari í brævinum til løgmann:
- Spurningurin er tí, um haldgott grundarlag er fyri eini avgerð, har teirra fólkaræðisliga mandat soleiðis uttan víðari verður gjørt til einkis - einans av einum sokallaðum iva, sum hevur tikið seg upp um eina einstaka atkvøðu í Oyndarfirði.
Alt brævið hjá Tórbirna Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, sum hann í dag hevur sent løgmanni og landsstýrismanninum í lógar-og kommunumálum, kann lesast um heimasíðuna www.runavik.fo











