Tað verður ikki á hesum sinni, at David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town sleppa at spæla uppflytingarfinalu í League Two á kenda Wembley leikvøllinum í Norður-London.
Grimsby Town tapti samlað 3-4 fyri Salford í uppflytingar-hálvfinalunum.
Salford vann 2-1 á Grimsby á útivølli, og átta minuttir inn í seinna hálvleik løgdu teir seg á odda 1-0 í heimadystinum, og samlað 3-1. Men innanfyri fýra minuttir, í 74. og í 78. minutti syrgdu Kieran Green og Jaze Kabia fyri, at Grimsby var á odda 2-1, og so var samlaða støðan javnleikur 3-3. Longd leiktíð mátti til, og best sum brotssparkskappingin nærkaðist skoraði Salford, tá tríggir minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini. Teir vinna harvið ein samlaðan 4-3 sigur.
Stóri skaðin hendi tó ikki í kvøld í Salford hjá Grimsby, men heldur á heimavølli. Hevði Grimsby vunnið ella leikt javnt á heimavølli, so høvdu teir verið í uppflytingarfinaluni.
Geza var á vøllinum í 61 minuttir áðrenn hann var skiftur út. Fyri avrikið fær Geza frá Sofascore karakterin: 6,7, og frá Soccerstand fær hann karakterin: 6,1 (av 10 møguligum).
Kappingarárið hjá Geza er sostatt liðugt nú. Talan hevur verið um eitt upplivingarríkt og hendingarríkt kappingarár, har Grimsby sendi bæði Manchester United og Sheffield Wednesday úr Liga Cup kappingini, og teir vunnu seg í fjórða umfarið í FA Cup kappingini, har teir taptu tepurt fyri Wolverhampton. Harumframt gjørdist talan um góðan endaspurt, ið gav Grimsby eitt pláss í uppflytingarspælinum.
Í uppflytingarfinaluni á Wembley, annan hvítusunnudag klokkan 15 møtir Salford aldargamla, Notts County, ið vann ein samlaðan 1-0 sigur á Chesterfield.
Notts County var stovnað í tí Harrans ári 1862. Teir eru elsta professionella fótbóltsfelagið í heiminum.
Elsta fótbóltsfelagið í heiminum er Sheffield FC, ið var stovnað í 1857. Teir spæla í Northern Counties East League, ið svarar til níggjundu deild.











