Ein 65 ára gomul kvinna í Tailandi skakaði starvsfólk, sum vóru til arbeiðis á líkbrennarínum, Wat Rat Prakhong Tham, tá tað byrjaði at banka í kistuni, har hon lá.
Sambært leiðaranum á brennarínum varð tað beiggi kvinnuna í kistuni, sum kom við systir síni í kistuni.
Leiðarin á brennarínum, Pairat Soodthop, sigur við AP-tíðindastovuna, at starvsfólk hoyrdu veikt banki-ljóð úr kistuni.
- Eg gjørdist ovfarin, og eg bað tey lata kistuna upp. Tá gjørdust øll ræðslusligin. Eg sá hana lata eyguni upp, og helst hevur hon tá bankað í eina góða løtu, sigur hann.
Sambært Pairat Soodthop segði beiggi kvinnuna, at systirin hevði verið seingjarliggjandi í næstan tvey ár, og tá tað sá út til, at hon ikki andaði meira, hevði hann lagt hana í eina kistu.
Síðan koyrdi hann 500 kilometrar við henni til eitt sjúkrahús í Bangkok, tí systirin hevði sagt, at hon vildi lata gøgn, tá hon var farin.
Men, á sjúkrahúsinum sýttu tey fyri at taka ímóti kvinnuni, tí her var eingin deyðsváttan. Tá sjúkrahúsið ikki vildi taka ímóti, koyrdi beiggin til eitt líkbrennarí við systrini, men eisini her vístu tey á, at eingin deyðsváttan var.
Leiðarin á brennarínum, Pairat Soodthop, sigur, at tey júst vóru í holt við at greiða beiggjanum frá, hvussu hann kundi fáa fatur í einari deyðsváttan, tá tey hoyrdu kvinnuna banka í kistuni.
Tá tað vísti seg, at hin 65 ára gamla slett ikki var deyð, varð hon flutt á nærmasta sjúkrahús, veit tíðindastovan AP at siga, og tað eru fleiri aðrir útlendskir miðlar, sum skriva um hendingina.











