Burn: Kyndil vann stórsigur í 1. FM-hálvfinaluni

70 mál vóru skotin í dystinum millum StÍF og Kyndil

Savnsmynd

Verandi meistararnir í Burn mansdeildini, Kyndil vunnu fyrstu/fyrru FM-hálvfinaluni móti StÍF í stórum stíli.

 

Í høllini á Skála vóru 70 mál skotin, tá Kyndil vann stórsigur 41-29 á StÍF. Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Kyndil á odda 17-15.

 

Pætur Ó. Barclay var við átta málum toppskjútti hjá StÍF. William Skovsager var við 11 málum toppskjútti hjá Kyndli.

 

Leygarkvøldið klokkan 20 hittast liðini aftur í høllini á Hálsi í Havn. Vinnur Kyndil eru teir klárir til FM-finalurnar. Vinnur StÍF verður aftur dystur í høllini á Hálsi, mikukvøldið 15. apríl klokkan 20.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá 1. FM-hálvfinaluni millum StÍF og Kyndil:

 

##med2##

 

Savnsmynd