EB/Streymur vann í kvøld 2-1 á útivølli á Skála. Eftir ársins fyrsta sigur hevur EB/Streymur fýra stig, og Skála hevur framvegis einki stig vunnið.
Heilt stóri maðurin undir Mýruhjalla í kvøld var Hans Pauli á Bø. Tað hevur ongantíð verið ivi um evnini at spæla fótbólt hjá Hans Paula, sum er sonur EB/Streyma legenduna Egil á Bø, sum fyrru árini var málsøkin álopsspælari og síðani tryggur stýrimaður í verjuni.
Men skaðar hava aftur og aftur havt við sær, at Hans Pauli ikki hevur víst tað, sum býr í honum.
Í ár hevur hann higartil verið væl fyri, og í kvøld var hann avgerandi, tá ið EB/Streymur vann 2-1.
EB/Streymur hevði fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, og tað var týðuligt, at Sigfríður S. Clementsen hevði givið sínum monnum boð um, at teir skuldu royna seg við langskotum, tá ið møguleikin beiðst.
Í 12. minutti sprakk bólturin eftir nærdyst mitt fyri til Hans Paula, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin dygst undir samankomingini og upp í nettakið aftanfyri Hans Jákup Arngrímsson í Skála málinum, sum ongan møguleika hevði at bjarga.
Og í síðsta minutti undan steðginum var Hans Pauli aftur upp á spæl. Heimaliðið misti í uppspælinum á egnari hálvu í høgru. Hans Pauli fekk fatur á bóltinum, og úr 22 metrum smekkaði hann til, og bólturin sigldi omanfyri málverjan og í handara síðunetið.
Bara einaferð áður hevur Hans Pauli, sum í dag var fyri 40. ferð í landskappingardysti í bestu deildini, skorað mál í fremstu røð. FaroeSoccer veit at siga, at hann skoraði 25. juni í 2023, tá ið EB/Streymur tapti 2-1 í Gundadali ímóti B36.
Skála royndi at leggja trýst á undan vindinum, men fyritreytirnar versnaðu nógv, tá ið Teitur Poulsen tíggju minuttir eftir steðgin sá gula kortið fyri aðru ferð, og Skála harvið var undirmannað í 35 minuttir.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist tað Skála at minka um munin til 2-1. Málskjútti var miðverjin Markus Hellisdal, og uppleggið átti Simon Jørgensen við frísparksframlegging úr vinstru.
Eftir hetta tunga tapið er næsta avbjóðingin hjá Skála leygardagin á útivølli ímóti B36.
Leygardagin fær EB/Streymur vitjan av HB.











