Guterres ávarar USA

Herfyri segði Donald Trump, at um Iran ikki letur Hormussundið uppaftur, fer hann at senda landið aftur í steinøldina

 

ST-aðalskrivarin, António Guterres, ávarar nú USA um at leypa á sivila undirstøðukervið í Iran, soleiðis sum Donald Trump hevur hótt við at gera.

 

- Slík álop eru sum oftast ólóglig og kunnu vera krígsbrotsverk, sigur aðalskrivarin um talsmannin hjá sær.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur hesar útsagnir hjá ST-aðalskrivaranum.

 

Grundarlagið undir útsagnunum er hóttanin hjá amerikanska forsetanum um at bumba Iran - ikki bara hernaðarmál, men eisini undirstøðukervið í landinum.

 

Herfyri segði Donald Trump nevniliga, at um Iran ikki letur Hormussundið uppaftur, fer hann at senda landið aftur í steinøldina, sum forsetin tók til.

 

Lesið eisini: 

 

Donald Trump: - Tað kann verða í annaðkvøld 

 

https://www.in.fo/news-detail/trump-tad-kann-verda-i-annadkvoeld