Í minsta lagi 12 fólk hava fingið skaða eftir eitt stórt russiskt dronuálop í býnum Zaporizhzhia seint týskvøldið.
Hetta segði Іvan Fedorov, guvernørur í økinum við sama navni, í einum videobroti á krypteraðu boðtænastuni Telegram.
12 fólk eru flutt á sjúkrahús, har tey eru viðgjørd fyri sínar skaðar, legði guvernørurin afturat.
Hann greiddi eisini frá, at dronuálopið hevur elvt til fleiri eldar og skatt fleiri handlar, bygningar og bilar.
- Bjargingararbeiði er í løtuni í gongd í 12 støðum. Mest møguligt av neyðhjálpartænastum, løgreglu og heilsustarvsfólkum eru sett út, segði hann.
Myndir á sosialu miðlunum vístu sløkkiliðsfólk arbeiða við at sløkkja eld í háhúsum, umframt útbrend akfør á býargøtum.
Neyðhjálpartænastan boðaði tíðliga í nátt frá á Telegram, at tamarhald varð fingið á eldunum, og at bjargingararbeiðið heldur fram.
Russiskar herdeildir hava fingið valdið á einum stórum parti av Zaporizhia-økinum. Russiskar herdeildir hava seinastu vunnið enn meira land, hóast býurin Zaporizhia, sum er størsti býur í økinum, framvegis er á ukrainskum hondum.
##med2##
Russland hevur útnevnt sín egna guvernør fyri økið, Jevgenij Balitskij. Hann greiðir frá, at ukrainskar herdeildir hava lopið á elnetið í økjunum í økinum, sum er undir russiskum valdi.
Balitsky skrivar á Telegram, at 40.000 elkundar í býum, sum eru russiskt stýrir, hava mist streymin.
Í síðstu viku legði Trump-stjórnin fram eina friðarætlan við 28 punktum.
Í henni vóru fleiri punkt, sum í fyrstani vóru óviðkomandi fyri Ukraina. Talan er millum annað um krøv um, at landið skal lata alt Donbas-økið frá sær, og at Ukraina ongantíð verður innlimað í verjusamgonguna hjá NATO.
Suðurøkini Kherson og Zaporizhia, sum Russland í løtuni hersetur partar av, skulu "frystast við kontaktlinjuna", stendur í ætlanini.
USA hevur síðani samráðst við evropiskar leiðarar og Ukraina, og eftir hetta er ætlanin endurskoðað til eina 19-punkts ætlan.
Í endurskoðaðu útgávuni eru fleiri av teimum punktum, sum vóru mett óátulig fyri Ukraina, broytt ella strikað.
Ritzau/Reuters












