Tað er skjótari at missa koyrkortið á Havnarvegnum

Av tí at ferðin er niðursett er revsingin harðari

Í gjár tók løgreglan tríggjar bilførarar fyri at koyra ov skjótt. Ein teirra varð máldur at koyra 85 km um tíman á nýggja innkomuvegnum til Havnar, Havnarvegnum.

Av tí at talan er um landsveg uttan fyri bygt øki, har vanliga er loyvt at koyra 80 km um tíman, men har ferðmarkið síðani er niðursett til 60 km um tíman, so er revsingin harðari. Tí koyrir tú 15 km um tíman ov skjót, tað vil siga 75 km um tíman, so fært tú klipp í koyrikortið. Koyrir tú 20 km um tíman ov skjótt, altso 80 km um tíman, so fært tú treytaða frádøming av koyrikortinum. Og koyrir tú 40 km um tíman ov skjótt, altso 100 km um tíman, so fært tú treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

Hesin bilførarin, sum varð máldur at koyra 85 m um tíman, fær tí eina treytaða frádøming av koyrikortinum, sum merkir, at hann skal til nýggja koyriroynd.

Hevði markið verið 80 km um tíman, so er markið 100 km um tíman fyri at fáa klipp í koyrikortið.

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á landsvegnum millum Sandavág og Sandavágsháls. Har vórðu tveir bilførarar máldir at koyra 105 km um tíman – og báðir fáa tí klipp í koyrikortið.