Løgmaður fegnast um donsku støðuna í sildatrætuni millum Føroyar og ES.
- Eg meti tað hava stóran týdning, at Danmark greitt boðar frá, at tey atkvøða ímóti at seta tiltøk í verk móti Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Samstundis sum forsætisráðharrin gevur til kennar, at Danmark fer at atkvøða ímóti og annars royna at fáa ES aftur til samráðingaborðið, so ásannar Helle Thorning-Schmidt, at danska støðan ikki forðar fyri einum møguligum boykotti.
Í hesum máli er tað meirilutin sum ræður, og í ES er í løtuni meiriluti fyri at brúka boykot sum amboð í sildatrætuni við Føroyar.
- Vísir tað seg, at ES setur tiltøk í verk móti Føroyum, so hevur Danmark bundið seg til at fylgja teimum tiltøkum, ið ES setir í verk. Soleiðis er tað nú einaferð, sigur Helle Thorning-Schmidt við Sosialin
Men fyri løgmann hevur danska støðan týdning.
- Vit hava ikki so nógvar vinir innanfyri garðarnar í ES. Vit hava Danmark, sum arbeiðir fyri okkum, og saman við okkara argumentum um altjóða seming og greiðu boðum um, at vit ynskja samráðingar, so eri eg styrktur í trúnni uppá at samráðingarnar verða tiknar uppaftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen her: