Leif og Arnbjørn halda fram í Sundalagnum

Nú sær tað út til, at álopsvápnini hjá EB/Streymi verða umleið tey somu, sum undanfarnu árini hava verið ein av høvuðsorsøkunum til, at teir í Sundalagnumnógvu tey seinastu árini so at siga á hvørjum ári hava verið við í kappingin um FM heitið og sigurin í steypakappingini.

 

Fyrr í kvøld visti Portalurin at siga, at landsliðsspælarin Arnbjørn Hansen hevði skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, og nú veit EB/Streyma heimasíðan at siga, at eisini Leif Niclasen hevur skrivað undir nýggjan

sáttmála við EB/Streym.Sambært heimasíðuna so spældi Leif Niclasen við í 35 dystum í fjør, og hann skoraði tíggju mál.

 

Triði parturin í EB/Streyma álopinum nógvu tey seinastu árini hevur verið Hans Pauli Samuelsen. Enn er ikki greitt, hvar hann fer at spæla komandi kappingarár. Umframt at hann skal halda fram í EB/Streymi hevur m. a. ljóðað, at hann er á veg til Víking.

 

EB/Streyma heimasíðan veit eisini at siga, at Árni Grunnveit Olsen í kvøld hevur undirskrvað eitt ára sáttmála við EB/Streym. 19 ára gamli verjuspælarin arbeiddi seg í fjør støðugt nærri plássi millum teir fyrstu ellivu. Sambært heimasíðuna var hann treittan ferðir á besta liðnum í landskapingini, hann var við í tveimum steypadystum og tveimum í Europa Leauge, og so var hann eisini ofta á næstbesta liðnum.