Nú hevur svenska verjan eisini sett seg í samband við leitingina í býnum Nyåker.
Tað skriva fleiri svenskir miðlar, millum annað SVT og TT.
Sambært løgregluni varð drongurin seinast sæddur umleið klokkan 10 í mmorgun á eini adressu í býnum, har hann var saman við skyldfólki.
Síðani hevur eingin sæð hann.
Løgreglan sigur, at tað í løtuni ikki er illgruni um nakað brotsverk, men at tað hevur skund at finna drongin.
Leitingin er vorðin størri gjøgnum dagin. Løgregla, bjargingarfólk, hundapatruljur, tyrlur, dronur og nógv sjálvboðin luttaka.
Sambært TV4 eru umleið 70 fólk frá svenska herinum nú við í leitingini, teirra millum hermenn og vernepliktug.
– Tey hava dronur og útgerð til myrkur við sær, sigur samskiftisfólk hjá svenska verjuni við TV4.
Sjálvboðin hava eisini leitað við hitamyndatólum, men higartil er eingin slóð funnin eftir dreinginum.












