Amerikanska ferðalagið hevði verið í Kalsoynni. Skotski ferðaleiðarin varð handtikin, tá ferðlagið kom aftur til Klaksvíkar leygardagin. Hann varð handtikin klokkan 15.56 og er afturhildin í trý samdøgur.

Bótin til ferða­leið­ar­an er 300.000 krónur

Kravið frá ákæruvaldinum er ein bót upp á 300.000 krónur. Ferðaleiðarin noktar seg sekan

Amerikanska ferðalagið hevði verið í Kalsoynni. Skotski ferðaleiðarin varð handtikin, tá ferðlagið kom aftur til Klaksvíkar leygardagin. Hann varð handtikin klokkan 15.56 og er afturhildin í trý samdøgur.

Sum vit skrivaðu frá løgregluni í morgun, so var ætlanin, at skotski ferðaleiðarin, sum varð handtikin leygardagin fyri at arbeiða ólógliga í Føroyum sum ferðamaður uttan arbeiðsloyvi, skuldi fáa eina stóra bót.

Og bót er stór, sera stór. Jógvan Páll Lassen, verji hjá manninum, upplýsir fyri Kringvarpinum, at kravið frá ákæruvaldinum er ein bót upp á 300.000 krónur, tí hann skal hava verið her fimm ferðir sum ferðaleiðari og tjent 60.000 krónur hvørja ferð. Men tað passar ikki, segði verjin við Kringvarpið.

Lesið eisini: Annar ferðaleiðarin situr framvegis í varðhaldi

Málið verður tí ikki avgreitt uttan um rættarskipanina, tí ferðaleiðarin noktar seg sekan. Málið fer tí fyri rættin.

Lesið eisini: Ferðaleiðarar endaðu í geglinum

Jógva Páll Lassen segði við Kringvarpið, at hann kendi einki fordømi um líknandi mál við so stórari bót.