Varandi orka til allar almennar bygningar

Um trý ár skal tað vera liðugt við oljufýring í øllum nýggjum almennum nýbygningum.

 

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini umsitur orkumál.

 

Hann vísir á, at vit eru farin undir at leggja um frá olju til varandi orku.

 

- Men í hesum sambandi eiga vit at seta okkum sum mál, at hereftir verður oljufýring ikki sett í ein tann einasta nýggjan almenna bygning.

 

Og tá ið hann hugsar um almennar bygningar, meinar hann bæði við bygningar hjá landinum og hjá kommununum.

 

- Vit eiga at tora at seta okkum sum mál, at um nøkur ár, kanska í 2016, skal eingin nýggjur bygningur verða hitaður við oljufýring.

 

- Tað eiga vit at klára, sigur Johan Dahl.

 

- Sethús og størri bygningar brúka 25 prosent av okkara oljunýtslu.

 

Restina brúka skip og bilar og onnur.

 

- Tað skal ikki longur bera til at byggja almenn hús og seta oljufýr í tey. Tað má vera eitt krav frá okkum sum almennum myndugleika, at varandi orka skal brúkast í øllum nýggjum almennum og kommunalum bygningum, sigur Johan Dahl.

 

- Tað púra skeivt og í andsøgn við okkara orkupolitikk. Men tað skal eisini vera eitt krav fyri at vísa í verki, at vit taka okkara egna orkupolitikk í álvara, sigur landsstýrismaðurin.