Atløgubryggjan tvífalt so long

Á fundi í annaðkvøld fer bygdarráðið í Nes kommunu at taka støðu til, um atløgubryggjan inni á Rætt skal leingjast, so hon verður 40 metrar long í staðin fyri teir 20 metrarnar, sum hon nú er.

- Spurningurin er viðgjørdur bæði í teknisku nevnd og í fíggjarnevndini. Báðar nevndirnar mæla bygdaráðnum til at taka undir við, at bryggjan verður tvífalt so long, sum hon nú er. Tí er tað rættiliga sannlíkt, at bygdaráðið fer at samtykkja, at bryggjan verður longd.

Tað sigur Nes kommuna á síni heimasíðu.

Talan er um bryggjuna frammanfyri, har MJ Saltsøla heldur til. Skipini, sum koma við salti, eru upp í 80 metrar long, og tað verður ikki mett, at tað fer at bera til at leggja tey trygt við eina atløgusíðu, sum er styttri enn 40 metrar.

J & K Petersen hevur gjørt teir fyrstu tjúgu metrarnar, og felagið fer nú eisini at gera seinna partin av arbeiðnum. Í sáttmálanum millum Nes kommunu og J&K Petersen verður ásett, at arbeiðið skal verða liðugt fríggjadagin 13. september 2013 umframt møguligar spilldagar.

- Kostnaðurin fyri alt arbeiðið er mettur at verða 4,55 miljónir krónur. Tá er eisini roknað við broyting av pullartum, grevstur av kaðalveitum, fríholt til kaisíðuna, bjargingarstiga, asfaltering, mastrafundament, projektering og eftirliti, sigur Nes kommuna.