Ein maður í 30’unum varð leiddur burtur í hondjørnum eftir at hava svikað í einari teoriroynd í Svøríki.
Maðurin var í einum nútímans "snildbrillum", sum høvdu bæði netsamband, kamera og hátalara.
Soleiðis kundi hann undir royndini hava samband við ein annan persón, sum var uttanfyri royndarhølini og hevði svarini til spurningarnar.
Tað var eitt starvsfólk, sum hevði ábyrgdina av at halda royndirnar, sum fekk illgruna um løgna atburðin hjá manninum.
Starvsfólkið greiddi seinni løgregluni frá, at ungi maðurin uppførdi seg undarliga, og at hetta var meira enn vanligur nervøsitetur.
Tí varð løgreglan boðsend, og tá tey komu á staðið, varð maðurin lagdur í hondjørn og flutur úr salinum, meðan hinir næmingarnir hildu fram við royndini.
Brillurnar, sum handtikni maðurin var í, sóu út sum vanligar brillur, men tær høvdu bæði net, kamera og hátalara.
Øll, sum vóru uppi í roynd, løgdu til merkis, at ein elektronisk rødd knappliga segði "bluetooth slitið”, og hetta var, tá maðurin varð handtikin.
Tá løgreglan kannaði mannin, vísti tað seg, at hann eisini hevði tvær fartelefonir uppi á sær.
- Ein telefon var aktivt knýtt at einari videosamrøðu, sum stroymdi beinleiðis úr brillunum til ein hjálpara uttanfyri.
Soleiðis kundi tann, sum var uttanfyri, síggja spurningarnar á skíggjanum og teska røttu svarini beint í oyrað á manninum, sum var uppi í roynd.
Hetta skrivar www.boosted.dk











