Lógaruppskotið um Suðuroyartunnlin varð lagt fyri Løgtingið 11. desember í fjør, og 15. desember var 1. vigðerð av málinum.
Tá løgtingið hevur avgreitt mál við 1. viðgerð, verður málið beint í nevnd. Í hesum føri í fíggjarnevndina. Nevndin fær síðani ein mánað at avgreiða málið og skriva álit, sum skal leggjast fyri tingið, sum síðani kann fara undir 2. og 3. viðgerð av málinum.
Atkvøtt verður ikki við 1. viðgerð. Men tað verður tað við 2. viðgerð. Fellir eitt mál við 2. viðgerð, so er málið fallið endaligt. Men verður tað samtykt, so verður tað sent víðari til 3. viðgerð í Løgtinginum. Er eisini meiriluti tá, so er málið endaliga samtykt.
Um so er, at nevndini ikki klárar at avgreiða málið og skriva álit til ásettu tíð, so ber til at biðja løgtingsforkvinnuna um longda freist.
Tá málið var fyri í tinginum fyrru ferð 1. mai í fjør, var stórur meiriluti fyri málinum. 28 tingfólk atkvøddu fyri. Tey einastu, ið atkvøddu í móti, vóru tvey varafólk hjá Fólkaflokkinum, Fía Selma Nielsen og Grímur Sundstein úr Fólkaflokkinum, Liljan Weihe úr Tjóðveldi og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum.
Men so stór verður undirtøkan ikki hesaferð. Miðflokkurin hevur boðað frá, at hann sum hevnd fyri lógina um fría fosturtøku ikki fer at hjálpa samgonguni við nøkrum máli. Hvørki Suðuroyartunlinum ella málinum um ríkisrættarligu støðuna.
Sambandsflokkurin hevur eisini tikið fyrivarni – har tykist partapolitikkur komin uppí soleiðis at flokkurin vil seta síni fingramerki á málið. Spurningurin er so, um tað sampakkar við viljan hjá samgonguni. Spurningurin er eisini, hvat Fólkaflokkurin ger. Um øll andstøðan fyri at andøva ímóti, so kann gerast trupult at fáa málið samtykt, tí umframt Liljuna Weihe, so hevur Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkin sagt, at málið um stytta arbeiðsviku skal samtykkiast, so hol kann setast á tað fyri valið. Tað er ikki semja longur í samgonguni um tað málið. Spurningurin er so, hvussu stóran týdning hon fer at leggja í tað. Hon mátti í fjør frá sum landsstýriskvinna, tí at tvey tingfólk úr Tjóðveldu vóru fyri einum misálitisuppskoti hjá andstøðuni ímóti henni – hóast samgongan og Tjóðveldi høvdu avgjørt ikki at fella hana.
Málið um pensjónsaldurin er eisini fløkt upp í Suðuroyartunnilin, tí at Framsókn vil ikki samtykkja málið um tunnilin, um ikki pensjónsaldurin verður hækkaður skjótari enn annars ætlað. Tað kann eisini skapa trupulleikar. Málið um pensjónsaldurin skal koma úr nevnd 16. januar, sum er um 12 dagar.
So vit kunnu vænta okkum nakrar drúgvar og spennandi tingfundir næstu vikurnar, sum verða avgerandi fyri fleiri politisk stórmál, sum samgongan hevur sett sær fyri at avgreiða – og sum skulu avgreiðast fyri summarfrítíðina, tí á ólavsøku kunnu vit rokna við, at løgtingsval verður útskrivað.











