Veðurforsøgn: Millum 4 kuldastig og 2 hitastig

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin, skrivað klokkan 08.45 UTC.

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. 

Seinnapartin minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind 5 til 10 m/s, sum frá líður skýggjað og longri millum ælini. 

Í nátt gongur hann vesturum til útnyrðing og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. 

Fyrrapartin í morgin lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. 

Hitin millum 4 kuldastig og 2 hitastig.