Tað hevur verið ógvuliga heitt í Evropa seinastu dagarnar, og í onkrum londum eru hitamet sett fyri juni.
Fleiri deyðføll hava verið í hitanum, og fleiri druknivanlukku enn annars hava verið eitt nú í Fraklandi.
Eitt 18 mánaðar gamalt barn er eisini funnið yvirupphitað og í óviti í einum bili í Marseilles í Fraklandi.
Í skundi varð barnið flutt á sjúkrahús, men tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum á barninum.
Hetta veit tíðindastovan, BFM TV, at siga í dag.
Mánadagin í vikuni vórðu eisini tvey børn funnin deyð í einum bili í Fraklandi, og hósdagin varð ein 3-ára gamal drongur funnin deyður.
Drongurin varð funnin deyður í bilinum hjá familjuni uttanfyri franska høvuðsstaðin, París.
Út Fraklandi verður sagt, at øll deyðsføllini hava tilknýti tl nógva hitan, sum verið hevur í Fraklandi seinastu dagarnar.











