Føroysk kvinna fríkend í máli um hvítvask

Ein føroysk kvinna, sum var ákærd fyri hvítvask, er fríkend í Føroya Rætti

Kringvarpið skrivar, at kvinnan varð steðgað á flogvøllinum í Vágum í juni í fjør, tá hon var á veg til Danmarkar. Sambært ákæruni hevði hon umleið 107.000 krónur uppi á sær – 47.000 krónur í føroyskum pengum og 8.000 evrur, sum svara til umleið 60.000 krónur.

 

Løgreglan metti, at peningurin stav­aði frá ólógligum virksemi, og kvinnan varð ákærd fyri hvítvask. Hon noktaði seg tó seka.

 

Sambært Kringvarpinum kom Føroya rættur fram til, at ákæruvaldið ikki hevði megnað at lyfta próvbyrðuna í málinum. Tí varð kvinnan fríkend.

 

Ákærin, Katrin Thorsvig Hansen, sigur við Kringvarpið, at ákæruvaldið onga viðmerking hevur til dómin í løtuni. Tey høvdu júst fingið dómin, og nú verður støða tikin til, um málið skal kærast.