Umhvørvisráðið í Danmark ætlar at broyta reglurnar um tatoveringsblekk, og verður tað samtykt, fer ikki at bera til at fáa gjørt eina tatovering í Danmark eftir 1. januar 2014.
Soleiðis sigur yvirlækni á Dermatologiskari deild á Bispebjerg Hospital, Jørgen Serup, við Politiken.
Broytta reglugerðin merkir, at fram eftir skal tatoveringsblekk merkjast við einari innihaldslýsing, har innihald heilt niður til eitt prosent skal lýsast. Harvið verur alt tatoveringsblekk á danska marknaðinum ólógligt av tí, at blekk ein ein sonevnd órein kemi við hundraðtals evnum frá eitt nú lakkídnaðinum, sum ikki nýtir analysur niður í slíkar smálutir.
- Við einari slíkari kunngerð ber til sólarklárt at siga um allar tatoveringslitir, at krøvini eru ikki uppfylt. Og so ber til uttan kjak at siga, at vinnan er ólóglig. Tí stegðar øll tatovering í Danmark við hesari kunngerðini, sigur Jørgen Serup.
Bæði hjá vinnufelagnum, Dansk Tatovør Laug og netverkinum Uafhængige Tatovører, skapar tað stúran.
- Trupulleikin hjá vinnuni er at finna nakrar framleiðarar, sum vilja liva upp til hesi strongu krøvini. Og eru krøvini so høg, at eingin vil liva upp til tey, so hava vit ein trupulleika, tí so koma vit at arbeiða ólógligt, sigur Lars Kristensen, formaður í Dansk Tatovør Laug, við Politikken.