Eysturoyartunnilin opin aftur

Eitt skifti seinnapartin varð ferðslan leidd gjøgnum Sundalagið, tí eitt ferðsluóhapp var í Eysturoyartunlinum

 

Eftir at eitt ferðsluóhapp hevur verið í Eysturoyartunlinum seinnapartin, er tunnilin nú opin aftur.

 

Eitt skifti seinnapartin hevur ferðslan verið leidd gjøgnum Sundalagið.

 

Men, nú er Eysturoyartunnilin opin aftur, sigur tunnilsfelagið á sínari heimasíðu.