B36 er í fjórðingsfinaluni

Teir í árstalsfelagnum rigga til at fara av Vágseiði við 3-0 sigri í viðførinum

Fyrsti dystur í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið er liðugur. Hann var seinnapartin á Vágseiði, har B36 vnn 3-0 ímóti FC Suðuroy. Hálvleiksstøðan var 1-0. Sigurin ber við sær, at B36 í fjórðingsfinaluni fer at spæla ímóti vinnaranum millum HB og B71, sum í kvøld hittast í Gundadali. Fjórðingsfinalan vera mikudagin 29. apríl.

 

Bartal Páll Klein fekk í dag møguleikan millum teir fyrstu ellivu hjá B36. Hann takkaði fyri álitið við at skora málið í fyrra hálvleiki. Tað var eftir sending frá vongverjan í høgru Bergi J. Poulsen, at hann sneiddi seg leysan, áðrenn hann eitt sindur til høgru sendi bóltin upp í handara síðu av málinum.

 

Fimm minuttir eftir steðgin umsetti norski álopsspælarin Torgeir Børvin brotsspark til 2-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Jógvan Kárason Gullfoss, sum eftir upplegg frá innskifta Hannes Agnarsson staðfesti 3-0 sigurin.

 

Næsti dystur hjá FC Suðuroy verður sunnudagin á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Næsti dystur hjá B36 verður mánadagin á útivølli ímóti 07 Vestur.