Radio SALT er sending, sum áður hevur verið á skrá í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Har hava Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen skipað fyri, og samrøður, skemt og tónleikur hava verið á skránni í hesum beinleiðis sendingunum av Drelnesi.
Í kvøld er aftur Radio SALT á skránni í Kringvarpinum. Sendingin er klokkan 19 í útvarpinum, men hesaferð eru fleiri vertir.
Innihaldið er á leið tað, sum vit kenna, nevniliga samrøður, skemt og tónleikur, alt beinleiðis.
Jákup Magnussen, Annika Bolton Mortensen, Gundur Johansen, og Ólavur Rasmussen leggja til rættis.











