Eiðis kommuna krevur eisini gjald fyri tóm býli

Bygdaráðið samtykti einmælt á bygdarráðsfundi hin 27. november í fjør at áseta tænastugjald á tóm býli í Eiðis kommunu, galdandi frá 1. januar í ár at rokna

 

- Ásetingin um tænastugjøld byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum heimild at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommununi kortini er álagt at veita grundleggjandi tænastur.

 

Soleiðis siga tey í Eiðis kommunu í dag, og her verður - eins og í øðrum kommunum - víst á, hvat gjøldini eru fyri:

 

* Vatnveiting

 

* Fráveiting av kloakk

 

* Burturbeining av húsarhaldsburturkasti

 

* Brunatilbúgving

 

Lógin ásetir, at um ein kommuna velur at brúka hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi - uttan mun til, um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ikki.

 

Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað:

 

* hvílir í sær sjálvum

* fevnir einans um veruligar útreiðslur

* liggur undir ásettum hámarki fyri 2026, sum er 7.945 krónur fyri hvørt býli.

 

Umsitingin hjá Eiðis kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur.

 

- Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2021–2025, og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til 9.742 krónur fyri hvørt býlið um árið. Hetta er hægri enn hámarkið. Tískil verður gjaldið sett til hámarkið á 7.945 krónur árliga.

 

Lagt verður aftrat, at tænastugjaldið kom í gildi 1. januar 2026, og í Eiðis kommunu krevja tey tænastugjaldið hálvárliga, sum merkir í juni og í desember.

 

- Soleiðis verður gjaldið 3.972,50 krónur hálvárliga, sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini.