Tað er umráðandi, at foreldur og avvarandi gera sítt til at leiðbeina børnini og tey ungu, so at tey eru fyrivarin bæði um seg sjálvi og teimum, tey eru saman við. Hetta er boðskapurin hjá bæði SSP og Tórshavnar kommunu, nú Ólavsøkan nærkast.
Undir slagorðinum Savna góð minnir saman vísa SSP og kommunan á, at á ólavsøku eigur góður veitslusiður at valda hjá øllum ættarliðum, so at ólavsøkan verður eitt gott minni fyri lívið. Ólavsøkan er eisini eitt hæddarpunkt hjá ungdóminum. Á ólavsøku er so nógv, sum børnini og tey ungu royna fyrstu ferð. Á ólavsøku fáa børnini og tey ungu vanliga leysari teymar. Tey eru spent og hava stórar væntanir til ólavsøku, og tey flestu duga væl at stýra sær í góða veitslulagnum. Í hesum hava foreldrini eisini ábyrgd. Foreldrini og avvarðandi mugu gera sítt til at leiðbeina børnini og tey ungu, so at tey eru fyrivarin bæði um seg sjálvi og teimum, tey eru saman við. Tí tað er ein royndur lutur, at foreldrini eru besta fyribyrgingin, og tí skal tað verða mín áheitan til foreldrini og avvarðandi at líta teimum ungu til einsvæl at fylgja við, hvat tey takast við.
Kelda og lesið meira: