Myndin er privat

Koyrdu inn í eini hús og lótu lív

- Hóast lívbjargandi fyrsta hjálp varð veitt á staðnum, eydnaðist tað ikki at bjarga teimum, sum vóru í bilinum, sigur norska løgreglan

 

Myndin er privat

Seinnapartin í dag lótu tvey fólk lív í Lærdal í Noregi, tá ein bilur koyrdi inn í eini hús.

 

Norska løgreglan sigur, at tað vóru tey, sum vóru í bilinum, ið lótu lív, og bæði vóru búsitandi í útlandinum.

 

Hetta vóru eini summarhús, og eingin búði í húsunum, tá vanlukkan hendi.

 

Norska løgreglan sigur, at eitt stórt bjargingarátak varð sett í verk eftir vanlukkuna.

 

Men, hóast lívbjargandi fyrsta hjálp varð veitt á staðnum, eydnaðist tað ikki at bjarga teimum, sum vóru í bilinum.

 

Løgreglan veit ikki, hví bilurin koyrdi inn í húsini.

 

Fyrr í kvøld visti norska løgreglan at siga, at tey avvarðandi at teimum, sum lótu lív, høvdu ikki fingið boðini um vanlukkuna.

 

Tað er vanliga Kripos, sum syrgir fyri hesum, men tað kann taka tíð at fáa fatur í teimum avvarðandi.

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni, Ole Ronny Olsen, segði við NRK seinnapartin, at fólkini, sum vóru í bilinum, høvdu álvarsligar løstir.

 

 

 

 

 

Myndin er privat