Í kvøld var fyrsti dysturin í innleiðandi HM-bólki B leiktur. Vertstjóðin, Kanada spældi móti Bosnia Hersogovina á BMO Field leikvøllinum í Toronto.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Tað er søguligt, tí talan er um fyrsta HM-endaspælsstigið hjá Kanada nakrantíð. Áðrenn dystin í kvøld hevði Kanada tapt seks av seks dystum í HM-endaspælshøpi.
Bosniakarnir løgdu seg á odda 1-0 í 21. minutti. Ivan Bašić sendi eitt hornaspark inn í brotsteigin hjá Kanada, har Sead Kolašinac longdi bóltin til Jovo Lukić, ið stútaði bóltin í netið.
Eftir hetta vóru nakrir stórir málmøguleikar til bæði liðini. Tá klokkan vísti 78 minuttir spældi Ismaël Koné hjá Kanada bóltin til Promise David, ið fann júst innskifta Cyle Larin í brotsteigin, ið hegnisliga snaraði sær runt og beindi bóltin í netið til stóra gleði fyri heimafjøldina.
Kanada hevði bóltin meira, og heimaliðið hevði eisini fleiri málmøguleikar, so tað var ruddiliga uppiborið, at teir megnaðu at javna til 1-1.
HER ber til frá danska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Hini bæði liðini í bólkinum, Sveis og Katar spæla á Levi´s leikvøllinum í Santa Klara í Kalifornia í annaðkvøld klokkan 20. Sveis hevur eina risastóra favorittstøðu.
Í nátt klokkan tvey leggur størsta vertslandið, USA fyri í bólki D á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia, har Paraguay verður mótstøðuliðið.
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











