Havnin á Krambatanga tryggjast til Norrønu

Nú skal samferðsluhavnin á Krambatanga á Suðuroyarfirði styrkjast og tryggjast, so at eisini Norrøna kann brúka havnina.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum,

Nú Smyril er farin í dokk og Norrøna sett í suðuroyarsigling, er hon noydd at sigla á Vág, tí vanliga samferðsluhavnin á Krambatanga er ikki nóg sterk til Norrønu.

Samstundis eru nakrir tindar uttanfyri Havnina, sum ger, at innsiglingin er ov grunn til, at Smyril Line vil góðtaka at brúka Krambatanga.

Men nú hevur Kristin Michelsen, tingmaður, spurt, nær ætlanin er at gera ábøtur á Krambatanga, so at eisini Norrøna kann brúka havnina har.

Løgtingið hevur játtað 2,2 milliónir til arbeiðið og Kári P. Højgaard sigur, at arbeiðið verður boðið út um tríggjar vikur og tað verður gjørt fyri summarfrítíðina.

Arbeiðið fer ikki at nerva siglingina hjá Smyrli.

Dýpið í Havnini er 10 metrar, men har eru nakrir kneysar, har dýpið er 9 metrar og røkka pengarnir til, verða teir sprongdir burtur samstundis.

Tað eru hesir kneysarnar, sum gera, at Smyril Line ikki vil loyva Norrønu at brúka Havnina av trygdarávum, tí tað verur ov grunt, skuldi tað hent, at skipið fær eina lítla slagsíðu av onkrari orsøk.

Annars verða teir sprongdir burtur seinni, tá ið játtan fæst til endamálið.