Á tingfundi fyri løtu síðani varð uppskotið um at hækka pensjónsaldurin lagt fyri løgtingið. Nú er uppskotið ikki um 70 ára pensjónsaldur, men um 69 ára pensjónsaldur.
Sambært uppskotinum hækkar pensjónsaldurin soleiðis upp í 69 ár:
1) 67 ár fyri persón, ið er føddur áðrenn 1. juli 1957.
2) 67 ár og 6 mánaðir fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. juli 1957 til 31. desember 1962.
3) 68 ár fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. januar 1963 til 31. desember 1966.
4) 68 ár og 6 mánaðir fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. januar 1967 til 30. juni 1969.
5) 69 ár fyri persón, ið er føddur aftan á 30. juni 1969.
Síðani verður sagt í lógini, at í seinasta lagi 1. januar 2031 verður pensjónsaldur ásettur, galdandi frá 1. januar 2041.
Í seinasta lagi 1. januar 2034 verður pensjónsaldur ásettur, galdandi frá 1. januar 2044. Pensjónsaldurin sambært verður ásettur við støði í mettari gongd í livialdrinum frameftir og haldførisútlitunum í føroyska búskapinum.











