Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevði í dag tosað við umstrídda forsetan í Venesuela, Nicolás Maduro.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
Í samrøðuni vissaði russiski forsetin Maduro um, at hann framvegis hevur hansara stuðul, hóast veksandi trýst úr útandinum.
Tað eru fleiri, sum hava heitt á forsetan í Venesuela um at leggja frá sær, og tað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini.
USA hevur í seinastuni økt munandi um hernaðarligu hjáveruna í Karibia.
Stýrið hjá Maduro hevur verið í andglettinum - ikki minst, síðan andstøðuleiðari landsins, María Corina Machado, fekk friðarheiðursløn Nobels.
Lesið eisini -
Løtan eg sá børnini aftur er tann størsta - https://www.in.fo/news-detail/nobelvinnari-loetan-eg-sa-boernini-aftur-er-tann-stoersta











