Andstøðuleiðarin, María Corina Machado úr Venezuela, hevði ikki sæð børn síni í yvir eitt hálvt ár, áðrenn hon hitti tey í Oslo í gjárkvøldið.
Machado, sum býr í tí fjalda í Venesuela, er í norska høvuðsstaðnum, tí hon hevur fingið friðarheiðurslønin Nobels í ár.
Hon kallar tað at hitta børnini aftur fyri eina av lívsins størstu løtum. Tað fór fram eftir ein túr, har fleiri fólk sambært Machado "settu lívið í váða".
- Eg fekk ikki sovið í nátt. Eg fór ígjøgnum løtuna, tá eg sá míni børn umaftur og umaftur, sigur hon á felags tíðindafundi við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.
- Í nógvar vikur hevði eg hugsað um tann møguleikan, og hvønn av teimum eg skuldi klemma fyrst, sigur hon flennandi.
- Eg klemmaði tey øll trý samstundis, og tað var ein tann mest óvanliga andaliga løtan í mínum lívi. Tað hendi í Oslo, so eg eri sera takksom fyri hendan býin, sigur Nobelvirðislønarvinnarin.
Tað var dóttir hennara Ana Corina Sosa Machado, sum í gjár tók ímóti friðarheiðurslønini vegna andstøðuleiðaran. Mamma hennara kom ikki til hátíðarhaldið rættstundis.
Børnini búgva uttan fyri Venesuela av trygdarávum.##med2##
##med3##
##med4##
Machado fór ein loyniligan túr til Noregs og kom í gjárkvøldið fram í Oslo hóast ferðabann og hóttan frá venezuelansku stjórnini um, at hon fór at verða mett sum flóttafólk, um hon ferðaðist til norska høvuðsstaðin.
Á leiðini var stúran fyri trygdini hjá henni, tá tíðindafundur við henni varð avlýstur við stuttari freist.
Hon sigur, at hon ætlar sær aftur til Venesuela, hóast myndugleikarnir vilja ákæra hana.
##med5##
##med6##
##med7##
- Eg vil vera har, sum eg eri mest gagnlig fyri søk okkara, segði hon við BBC fyrr hósdagin.
Nobelnevndin hevur grundgivið fyri heiðurin til Machado við hennara "arbeiði at stuðla demokratiskum rættindum hjá venezuelanska fólkinum".
Tað er Nicolás Maduro, forseti, sum hevur stýrt landinum síðani 2013 við einum serliga hørðum politikki mótvegis andstøðu og atfinnarum.
USA, Evropa og nógv suðuramerikansk lond viðurkenna ikki úrslitið av einum vali í 2024, sum tryggjaði Maduro eitt triðja forsetaskeið.
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
/Ritzau/






















