Í 1988 bygdu Runavíkar- og Nes kommuna í felag Heilsumiðstøðina í Runavík. Hon var fyrst og fremst ætlað til læknarnar, sum frammanundan hildu til á Toftum og í Doktarahúsunum í Heiðunum.
- Hetta var mikið frambrot fyri nærum 40 árum síðan. Síðan er talið av borgarum í økinum vaksið munandi – og tørvurin á kommunulæknatænastu tilsvarandi.
Soleiðis siga tey í Runavíkar kommunu í dag.
- Í 2014 var Skálafjarðar læknadømi skipað sum eitt samstarv millum Sjóvar kommunu, Nes kommunu og Runavíkar kommunu og Heilsumálaráðið. Semjan var, at eftir at akandi varð undir Saltnesgrynnuni, skuldi allur læknaførleikin savnast á tí, sum nú varð umrøtt sum Heilsudepilin í Runavík.
Víst verður á, at nú er avgerð tikin um, at fimm kommunulæknar skulu virka í Skálafjarðar Læknadømi, og samsvarandi hesum verður nú farið undir at umbyggja Heilsudepilin soleiðis, at rúm verður fyri øllum kommunulæknunum í einum og sama húsi.
##med2##
- TN-Bygging á Glyvrum skal gera arbeiðið, og í gjár skrivaðu borgarstjórarnir í Nes kommunu og Runavíkar kommunu saman við Torben Nielsen undir sáttmála um umvæling og nýbygging í niðaru hæddini í hølunum, har tríggir kommunulæknar virka á ovaru hæddini.
Lagt verður aftrat, at væntandi verður arbeiðið liðugt í mai/ juni mánaði í 2026.











